Innanlands

Bilur av vegnum í Kollfjarðardali

Løgreglan hevur annars ongar fráboðanir fingið um hálkuóhapp

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-01-18 07:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast nógvur kavi er lagstur um oyggjarnar, hevur løgreglan havt eina friðarliga nátt.

Bert ein fráboðaan hevur verið um óhapp í hálkuni, boðar løgreglan frá í morgun.

Tað var ein minni lastbilur, sum gleið av vegnum í Kollfjarðardali fyri løtu síðani. Boð eru send eftir hjálp at fáa bilin upp ávegin aftur.

Landsverk boðar frá hálku um alt landið. Í løtuni er ikki koyrandi til Hellurnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder