2024-06-04 22:45
Um 16 tíðina fekk løgreglan fráboðan um eitt sonevnt soloóhapp í Kollfjarðardali.
Ein bilur fór út av vegnum í svinginum av Oyggjarvegnum oman móti Effo-støðini í Kollfjarðardali, og er farin so langt oman gjøgnum bøin, at hann nærkast landsvegnum. Frá svinginum oman til landsvegin eru 70 metrar.
Bilførarin var einsamallur í bilinum, og varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, men á politistøðini verður í kvøld upplýst, at hann ikki fekk nakran stórvegis skaða.
Løgreglan upplýsir, at málið enn verður kannað, men at einki illgrunasamt er við bilføraranum. Bilurin, sum er farin illa, skal kannast nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald