2019-10-11 16:59
Um hálvgun trý tíðina í dag hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við Fútaklett í Vágum.
Talan var um eitt sokallað soloóhapp, tá ein persónbilur av ókendum orsøkum koyrdi av vegnum.
Ein persónur var í bilinum, og løgreglan gjørdi av at senda boð eftir sjúkrabili at koyra bilføraran á sjúkrahús til kanningar, men onki bendi á at talan var um nakran álvarsligan skaða.
Í Funningsfirði hendi eisini eitt óhapp í dag. Tað var um 10-tíðina fyrrapartin, tá ein bilur koyrdi ov ytst við vegøkslina og koppaði av vegnum. Talan var bert um materiellan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald