Eitt ferðsluóhapp hendi í gjárkvøldi úti á Hamrinum á Argnum, tá tríggir ungir mans koyrdu bil á parkeringsplássinum við skúlan á Argjahamri.
Av onkrari orsøk koyrdi bilurin út av parkeringsplássinum og bóltaði útav og endaði á takinum á Glyvursvegnum niðriundir. Fráboðanin um óhappið kom klokkan 20 minuttir í midnátt í gjárkvøldið.
Talan er um eitt rættuliga høgt fall á einar fimm metrar, metir vaktleiðarin á politistøðini. Bilurin endaði á takinum niðri á vegnum.
Teir tríggir ungu menninir í bilinum vórðu allir koyrdir á Landssjúkrahúsið til kanningar, men sluppu, sambært løgregluni, við skrekkinum - ein teirra var tó framvegis innlagdur í morgun.
Løgreglan veit enn ikki rættiliga, hvussu óhappið hendi, og fer út at kanna umstøðurnar nú í morgun, tá tað lýsir í. Okkurt bendir á, at dreingirnir ella ungu menninir kanska brúktu p-plássið at venja seg við at koyra bil. Teir vóru allir um 18 ára aldur.
Løgreglan sigur, at tað er heilt vanligt, at bilar við ungfólki savnast á økinum við skúlan á Argjahamri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald