Ein sjáldsom sjón á Sandsvatni í kvøld. Ein bilur við reyvuni upp eftir sást nakað úti á vatninum.
Tíbetur var bilførarin ongantíð í lívsvanda og hann kom út bilinum rættiliga skjótt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í kvøld.
Óhappið hendi um sjey tíðina, tá bilførarin skuldi draga út á vegin frá byggiplássinum, har SEV byggir koblingarstøð. Av gáloysni endaði hann við at koyra beint fram, fór oman av vegnum og endaði í vatninum.
Maðurin kom úr bilinum og gjørdist bara vátur um øklarnar, men bilurin rak út frá.
Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vóru send á staðið beinanvegin.
Arbeitt verður nú við at fáa bilin upp á turt aftur, verður upplýst av løgreglustøðini.
Maðurin, sum er útlendingur og arbeiðir í Føroyum, koyrdi í einum leigubili.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald