2023-12-19 07:49
Ein persónur var í gjárkvøldið fluttur á sjúkrahús eftir eitt ferðsluóhapp á Gøtueiði oman fyri Syðrugøtu.
Óhappið varð fráboðað klokkan 22.35, og tá var sera hált um Gøtueiði.
Bilurin bóltaði runt fleiri ferðir, og endaði á takinum. Bilførarin var einsamallur í bilinum, og varð fluttur á landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald