Innanlands

Bilur fór á rull

Eingin mansskaði og at síggja til avmarkaður materiellur skaði

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-28 12:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrrapartin fekk løgreglan boð um, at ein bilur var farin á rull í miðbýnum í Havn.

Hann stóð parkeraður við Hotel Hafnia ella har um, og var farin á rull oman móti standmyndini við Áarstovu.

Bilurin fekk ikki nógva ferð á omaneftir, og eingin mansskaði stóðst av hendingini. At síggja til, er materielli skaðin eisini sera avmarkaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder