2024-01-25 13:36
Tað kundi endað galið tá ein bilur um sjey tíðina í gjárkvøldið fór á rull í Sandavági. Hann fór á rull frá Ovastuhjøllum og steðgaði 20 metrar frá landsvegnum, sum gongur gjøgnum bygdina.
Jn.fo skrivar, at fyrst rullaði 50 metrar eftir vegnum á Ovastuhjøllum, og fór síðan oman av vegnum og eftir bønum tvørtur um vegin á Miðhjøllum og endaði millum tvey hús á Giljavegi.
Tá hevði bilurin rullað 150 metrar.
Á løgreglustøðini í dag verður sagt, at tað er óvist hví bilurin er farin á rull. Men tíbetur var eingin í bilinum, og heldur eingin fekk skaða av hendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald