2020-12-12 17:32

Klokkan 11:50 fekk løgreglan fráboðan úr Árnafirði um at ein bilur var farin av vegnum vestanfyri bygdina.
Umframt løgreglufólk vórðu sjúkrabilur og sløkkiliðið send á staðið beinanvegin.
Vegurin á strekkinum er smalur, og talan var um eitt soloóhapp. Fýra mans, sum allir eru útlendingar, vórðu allir sendir á sjúkrahús til kanningar, verður upplýst av løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald