Innanlands

Bilur fór út av vegnum

Bilførarin, ið var einsamallur í bilinum, varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, og bilurin er í sori

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-15 10:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan hálvgum fimm í morgun varð boðað frá einum ferðsluóhappi á vegnum millum Kaldbak og Kaldbaksbotn.

Ein bilur hevði rakt bilverjuna móti sjónum og varð síðani slongdur niðaneftir. Bilurin fór runt og endaði nakað frá vegnum. Eini 100 metrar av bilverju hava fingið skaða, og ein partur av hegni er eisini farin. Bilurin er í sori, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Bilførarin varð einsamallur í bilinum, og hann bleiv koyrdur á Landssjúkrahúsið. Hvussu støðan er hjá føraranum, veit løgreglan ikki at siga, men hann megnaði sjálvur at koma úr bilinum.

Førarin verður avhoyrdur seinni, og blóðroynd er tikin av honum fyri at vita, um hann var ávirkaður. Hetta er vanlig mannagongd, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder