Fyrrapartin í gjár varð løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra skjótari, enn loyvt er.
Tann eini varð tikin í Kaldbaksbotni, og hin Millum Fjarða.
Teir koyrdu ávikavist 113 og 105 kilometrar um tíman har mest loyvda ferðin er 80.
Um kvøldið, beint eftir klokkan 22, var eitt ferðsluóhapp á Vegnum Langa í Hoyvík.
Í gjárkvøldið og í nátt hevur verið rættiliga hált, og tað var orsøkin til, at ein bilur fór á glið og rendi á ein mótkoyrandi bil, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Lagt verður afturat, at bilarnir vóru væl skøddir. Eingin fólkaskaði var, og materielli skaðin var heldur ikki stórur.
Boðað hevur verið frá hálku í morgun, og tað er framvegis nógvur vindur kring landið. Sí koyrilíkindini hjá Landsverki her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald