2021-01-11 16:58

Klokkan umleið hálvgum trý seinnapartin fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur var farin útav vegnum í Kollfjarðardali.
Talan var um ein bil, sum gleið í hálkuni, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Bilurin hevur fingið stóran skaða, og onkur er boðsendur at flyta hann.
Førarin hevur, sum skilst, ikki fingið nakran skaða. Løgreglan koyrdi hann tó til Havnar á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri at binda um heilan fingur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald