Innanlands

Bilur horvin í Havn

Løgreglan eftirlýsir bil, sum ikki hevur verið sæddur síðani 9. juni

2021-07-07 19:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í ein lítlan mánað, síðani áleið mikudagin 9. juni, er ein gráur Hyundai Kona Kuai 2021 persónbilur ikki sæddur.

Løgreglan hevur tí sent eftirlýsing út eftir bilinum.

Bilurin við skrásetingarnummarinum NG 742 er seinast sæddur í Vesturbýnum í Havn.

Tey sum síggja bilin, verða biðin um at boða løgregluni frá á telefon 114.

Dagføring 21:56: Bilurin er komin aftur í øllum góðum, upplýsir løgreglan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder