2021-11-07 09:50

Leitað verður í løtuni eftir einum bili, sum er horvin í Havn.
Løgreglan upplýsir á Facebook, at tey í morgun hava staðfest, at ein silvurlittur Fiat 500 árg. 2016 er horvin í høvuðsstaðnum.
Bilurin hevur skrásetingarnummarið AN 357.
Løgreglan sóknast eftir upplýsingum, sum kunnu hjálpa teimum at finna bilin, og tey, sum vita nakað, verða biðin um at boða løgregluni frá á tlf. 114.
Dagføring kl. 13.19: Bilurin er funnin aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald