placeholder
Innanlands

Bilur horvin í Havn

Løgreglan eftirlýsir ein blágrønan Nissan Micra, sum skal vera horvin síðstu nátt

Horvni bilurin er sama slag sum hesin

Horvni bilurin er sama slag sum hesin

2022-01-16 00:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein bilur var í síðstu nátt stolin í Havn. Løgreglan hevur sent eina eftirlýsing út efitr einum blágrønum Nissan Micra árgangur 2015.

Bilurin hevur skrásetingarnummar KB084, og skal vera horvin síðstu nátt.

Um tit vita nakað um horvna bilin, vinarliga boða løgregluni frá á telefon 114, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder