Innanlands

Bilur rendi á grót í nátt

Bilførarar, sum koyra eftir Sandavágshálsi verða bidnir um at ansa sær

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-08-24 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttin hevur verið rímiliga friðarlig, sigur løgreglan.

Men í nátt var ein bilførari sera óheppin, tá hann koyrdi eftir Sandavágshálsi. Hann rendi á eitt stórt petti av grót, sum var riðið oman á vegin.

Bilurin fekk so mikið av skaða, at hann ikki fekk koyrt víðari.

Førarin boðaði løgregluni frá, og av politistøðini verður upplýst, at Landsverk eisini hevur fingið boðini, og at Landsverk nú fer at kanna, um vandi er fyri, at meira grót ríður oman á vegin.

Fyribils verða bilførarar bidnir um at ansa sær, tá teir koyra í økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder