Ein bilførari er ákærdur fyri rúsdrekkakoyring, og verður helst eisini ákærdur fyri at rýma frá staðnum í sambandi við eitt heldur óvanligt ferðsluóhapp, sum hendi í gjár.
Óhappið hendi onkrastaðni í Havn, innan fyri postnummar 100, tá ein bilur koyrdi gjøgnum eitt hegn – í løgreglufrágreiðingini stendur, at hegnið varð torpederað.
Í royndini at sleppa út aftur á vegin, bakkaði bilurin inn í ein annan bil, sum stóð parkeraður. Tá bilurin koyrdi frá staðnum stóð ein av hegnpelunum framvegis út úr kølaranum framman í bilinum.
Við hjálp frá upptøkum, sum fólk tóku upp av hendingini við telefon, varð nummarplátan á bilinum staðfest, og so var lætt hjá løgregluni at finna fram til bilin og bilføraran, sum í fyrstu atløgu varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, men væntandi eisini fyri at rýma frá staðnum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald