Uttanlands

Bilur koyrdi inn í mannamúgvu - 52 fólk harav 18 børn fingu skaða

Eitt karneval í týska býnum Volkmarsen í Hessen varð brádliga brotið av í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-25 09:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

18 børn eru millum tey 52 fólkini, sum fingu skaða tá ein bilur í gjár koyrdi inn í eina mannamúgvu í samband við eitt karneval í býnum Volkmarsen í týska landslutinum Hessen.

Tað upplýsir løgreglan í dag.

Í mun til í gjárkvøldið, er talið av skaddum sostatt eisini dagført, tí tíðindini í gjárkvøldið søgdu, at 30 høvdu fingið skaða.

Av teimum 52 eru 35 enn innløgd á sjúkrahúsi til viðgerðar fyri skaðarnar, meðan 17 onnur verða viðgjørd ambulant, skrivar Ritzau frá dpa tíðindastovuni.

Ein 29 ára gamal týskur maður vrá Volkmarsen erhandtikin. Hann fekk sjálvur skaða undir hendingini. Enn er bakgrundin hjá manninum ikki kunngjørd, og løgreglan sigur, at ongi tekin eru um, at orsøkin til brotsverkið er politisk.

Bæði løgregla og eygnavitni til hendingina søgdu í gjár, at tað tyktist sum um bilførarin koyrdi inn í fólkamongdina við vilja.

Hendingin fór fram um hálvgun trý tíðina seinnapartin í gjár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder