Uttanlands

Bilur koyrdi inn í Mannamúgvu í Týsklandi

Fýra fólk hava latið lív, eftir at ein bilur í gjárkvøldið koyrdi inn í eina mannamúgvu á einum jólamarknaði – Ein 50 ára gamal maður úr Saudiarabia er handtikin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-12-21 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fýra fólk hava latið lív, eftir at ein bilur í gjárkvøldið koyrdi inn í eina mannamúgvu á einum jólamarknaði í týska býnum Magdeburg.

Ein 50 ára gamal maður úr Saudiarabia er handtikin í sambandi við hendingina, sum verður kannað sum eitt álop, upplýsa lokalu myndugleikarnir. Mett verður, at hann arbeiddi einsamallur.

Sambært Ritzau er maðurin lækni og býr í býnum Bernburg umleið 46 kilometrar sunnanfyri Magdeburg.

Umframt at fýra fólk hava latið lív, eru fleiri onnur særd. Um 70 fólk eru særd, harav umleið 15 eru álvarsliga løstað.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder