Tað hevur verið eitt friðarligt vikuskifti hjá løgregluni, hóast nógv fólk hava verið úti í samband við jólafrokost og annað.
Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Nøkur málrættað átøk hava verið gjørd, og eitt ferðsluóhapp var í gjár. Hetta fór fram í Gøtudali.
Onkur hevði ringt inn og boðað frá, at ein bilur var farin av vegnum. Tá løgreglan kom á staðið var greitt, at ein persónur var í bilinum.
Viðkomandi var ávirkaður av rúsdrekka og hevði koyrt útav, uttan at nakar annar var íblandaður - talan var um eitt solóhapp. Eingin stórvegis skaði sóðst av hesum, upplýsir vaktleiðarin. Hvørki materiellur ella hjá føraranum.
Í slíkum førum verður blóðroynd tikin fyri at vátta ólógliga koyring. Um promilla er í blóðinum verður bót givin, umframt onnur revsing. Bilførarin kann missa koyrikortið orsakað av hendingini.
Innanlands
Bilur fór út av vegnum í Gøtudali
Talan var um soloóhapp orsakað av rúsdrekkakoyring, upplýsir løgreglan
Nøkur málrættað átøk hava verið gjørd í einum friðarligum vikuskifti hjá løgregluni. Eitt ferðsluóhapp var í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)
2023-12-18 08:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald