2024-02-29 09:37
Seinnapartin í gjár, beint eftir klokkan 15, varð boðað frá einum ferðsluóhappi beint við Norðoyatunnilin.
Ein bilur, sum kom úr Leirvík yvirhálaði ein annan bil og fór niðan av vegnum beint við tunnilsmunnan.
Løgregla, sløkkilið og sjúkrabilur vórðu send á staðið.
Førarin var einsamallur í bilinum, og varð hann sendur á sjúkrahúsið til kanningar, men sum skilst fekk hann ongan skaða. Bilurin fekk tó nakað av skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald