Innanlands

Bilur koyrt útav Velbastaðvegnum – Vita ikki hvat er hent

Løgreglan fekk eina fráboðan um bilin í morgun, og eigarin er kunnaður, men enn veit løgreglan lítið at siga um óhappið

2021-02-13 14:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey, sum hava koyrt framvið Tekniska Skúla í Havn í dag hava helst lagt til merkis, at ein bilur er farin útav vegnum beint við innkoyringina.

Løgreglan fekk eina fráboðan um hetta klokkan halvgum níggju í morgun, men tað er ógreitt, júst hvat tað er, sum er farið fram, og nær óhappið er hent, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Tað var ein persónur, sum varnaðist bilin, tá hann koyrdi framvið økið í morgun, sum boðaði løgregluni frá, og eigarin er síðani kunnaður.

Eigarin kundi tó ikki greiða nærri frá hendingini, tí tað var ikki hann, sum hevði verið í bilinum, og sum skilst, visti hann heldur ikki av, at nakar var farin av stað við honum.

Eingin var í bilinum, tá hann varð funnin, og lyklar vóru heldur ikki at finna. Løgreglan hevur tó nakrar upplýsingar, og málið verður kannað, sigur vaktleiðarin.

Bilurin hevur fingið skaða frammanfyri, og um klokkan tvey seinnapartin, var mann í holt við at flyta hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder