2020-12-09 12:09

Eitt ferðsluóhapp hendi í Tórshavn um tíggju tíðina í morgun.
Talan var um ein samanstoyt ímillum ein bil og ein skutara. Óhappið hendi við Vesturkirkjuna.
Á løgreglustøðini siga tey, at drongurin, ið koyrdi skutaran, varð eitt sindur skelkaður av hendingini, og hevði eisini nakað av pínu.
Drongurin er farin á skaðastovuna til kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald