Innanlands

Bilur rendi á garð

Fleir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt í gjárkvøldið

2021-06-01 09:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 7-tíðina í  morgun hendi eitt ferðsluóhapp á Toftum.

Talan var um eitt soloóhapp, har ein bilur rendi á ein garð. Møguliga var ein punktering orsøkin til at óhappið hendi. Tíbetur hendi ongin persónsskaði, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.

Bilurin var so mikið illa farin, at boð mátti sendast eftir hjálp fyri at flyta bilin av staðnum, so hann ikki forðaði ferðsluni.

Koyrdu ov skjótt
Løgreglan var eisini úti og gjørdi ferðslukanningar í gjárkvøldið. Tveir bilførarar fingu treytaða frákenning av koyrikortinum, tá teir koyrdu 112 kilometrar um tíman á teininum millum Hósvík og Hvalvík.

Ein triði bilførari var eisini tikin fyri at koyra alt ov skjótt á hesum strekkinum. Hann varð máldur til 110 kilometrar um tíman, og viðkomandi fekk klipp í koyrikortið.

Í Søldarfirði vórðu eisini tveir bilførarar máldir fyri at koyra so mikið skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið. Teir koyrdu ávikavist 76 og 80 kilometrar um tíman á einum strekki, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder