Innanlands

Bilur rent á bummin við gamla vegin við Leynatunnilin

Millum annað liggur ein partur av kúfangaranum eftir, og løgreglan roynir at finna útav, hvør hevur rent á bummin. Sera nógv fólk vóru í býnum í vikuskiftinum, og løgreglan var nógv úti

2019-12-23 09:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan upplýsir, at í vikuskiftinum vóru heilt nógv fólk í býnum - serliga í Havn. Løgreglan varð tilkallað nakrar ferðir fyri at loysa ósemjur og fyri at fyribyrgja, at støður gjørdust verri.

Sunnunáttina var eitt harðskapmál í Havn, har ein persónur hevði ein sligið ein annan, og ein tonn var brotnað. Ein annar persónur gjørdist frá sær sjálvum á einum matstaði, og tá løgrelgan kom á staðið, sissaðist hann ikki, og noktaði at upplýsa hvør hann var. Hann varð handtikin, gav so sínar upplýsingar og fær 1000 krónur í bót. Í báðum førunum var rúsdrekka uppi í. 

Í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at bilur hevði rent á við bummin við gamla vegin við Leynatunnilin, Undir Klivunum. Áðrenn tunnilin kom varð koyrt rundanum, men nú er stongt fyri har, tí tað er vandamikið at koyra; serliga tí grót kann detta oman. Greitt er, at onkur hevur roynt at koyrt, men hevur rent á bummin ið forðar. Tað er bara ikki greitt, hvør tað er, men at tað eru rímiliga stórar skaðar, og at talan er um ein reyðan bil. Okkurt av kúfangaranum og ein lykt er dottin av. Løgreglan heitir á, at um onkur kennist við hetta, skal viðkomandi boða frá.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder