Um hálvgun tólv tíðina í dag hendi eitt ferðsluóhapp í Eysturoyartunnlinum. Ein persónbilur rendi í dansiringin hjá Tróndi Patursson í rundkoyringini.
Sum skilst fekk einsamalli bilførarin ikki stórvegis skaða, men varð kortini koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Men listaverkið hevur fingið nakað av skaða, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini – hvussu stóran skaða er óvist, tí bilurin stóð framvegis uppi í listaverkinum, seinast vaktleiðarin visti.
Ferðslan gjøgnum tunnilin var darvað eina løtu fyri at fáa neyðsynjarakførini fram til óhappsstaðið, men tað var bert í fáar minuttir, at tað ikki var koyrandi ígjøgnum. Nú koyrir ferðslan aftur sum vanligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald