Innanlands

Bilur stolin á aljósum degi í miðbýnum í Havn

Maður tikin og skuldsettur fyri minst fýra lógarbrot

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2024-02-05 07:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um eitt tíðina sunnudagin varð ein persónbilur stolin í miðbýnum í Havn. Talan var um ein bil, sum stóð parkeraður í Tórsgøtu.

Tað vísti seg, at maðurin hevði brotið inn í kjallarahæddina í gamla bankabygninginum við Steinatún, har m.a. Visit Tórshavn heldur til.

Í einum starvsfólkarúmi í kjallarahæddini hevði maðurin tikið einar billyklar. Hann stjól síðani bilin, sum stóð parkeraður í Tórsgøtu.

Stuldurin varð meldaður til løgregluna, og umleið tveir tímar seinni kom løgreglan fram á bilin. Maðurin varð handtikin. Tað vísti seg, at hann var drukkin, og hevði heldur ikki koyrikort til at koyra bil.

Hann varð sostatt skuldsettur fyri fýra lógarbrot: Innbrot, brúksstuldur, rúsdrekkakoyring og koyring uttan førararætt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder