2023-11-16 08:08
Í nátt var ein persónbilur stolin uttan fyri húsini hjá eigaranum í Havn. Eigarin hoyrdi tá bilurin varð stolin, tí hann kendi ljóðið aftur – bilurin hevur eitt hol á útstoytinum, og larmar tí meira enn aðrir bilar.
Løgreglan ynskir nú hjálp at finna bilin aftur. Talan er um ein svartan Peugeot 407 við nummarplátuni AM147.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald