2024-09-15 12:05
Ein persónur er undir illgruna í einum máli um bilastuldur í Havn.
Ein bilur varð stolin fríggjadagin, og eigarin eftirlýsti hann á Facebook og boðaði eisini løgregluni frá. Leygardagin varð hann so funnin aftur, og løgreglan heldur seg hava funnið tjóvin. Men viðkomandi noktar seg sekan, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan veit ikki, hvussu tjóvurin hevur fingið fatur á lyklunum, men um lyklarnir hava verið í bilinum, verður eigarin helst skuldsettur fyri ikki at hava tryggjað bilin nóg væl, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald