Innanlands

Bilur stolin í Havn - funnin í Klaksvík

Varð eftirlýstir í gjárkvøldið eftir at onkur hevði tikið bilin á Íslandsvegnum. Nú kannar løgreglan málið nærri

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2024-03-13 07:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seint í gjárkvøldið eftirlýsti Føroya Politi ein persónbil, sum varð meldaður stolin í  fyrrapartin í gjár, týsdagin 12. mars.

Talan var um um sonevndan brúksstuldur og ein bláan KIA Ceed, sum varð tikin við Íslandsvegin í høvuðsstaðnum.

Hendan eftirlýsingin riggaði, tí løgreglan upplýsir tíðliga í morgun, at bilurin er funnin aftur - í Klaksvík.

Vaktleiðarin á løgreglustøðuni upplýsti ikki júst hvar í Klaksvík, bilurin nú stóð. Eingin er skuldsettur í málinum enn, men ein patrulja er og kannar spor á staðnum

- Fólk sum hava upplýsingar um bilin, ella hava sæð nakað til bilin vera biðin um at venda sær til politiið á tlfnr. 351448 ella 114.

Annars í mun til feðrslu upplýsti vaktleiðarin, at eitt málrættað ferðsluátak var við skúlar í høvuðsstaðnum í gjár. Hetta er tann meira jaliga søgan: Har var einki at koma eftir hjá løgregluni viðvíkjandi vantandi trygdarbeltum o.ø.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder