2020-12-27 10:05

Løgreglan sóknast í løtuni eftir einum bili, sum varð stolin í miðbýnum í Havn um klokkan hálvgun fýra í nátt.
Talan er um ein svartan Volvo V40 við nummarplátuni UE 886.
Hvussu tað hevur eydnast tjóvinum at sleppa av stað við bilinum veit løgreglan ikki at siga í løtuni.
Um onkur hevur sæð bilin ella heldur seg vita nakað um málið, vil løgreglan fegin frætta frá teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald