placeholder
Innanlands

Bilur stolin í Havn í nátt

Bilurin varð tó funnin aftur seinni, og fær eigarin helst eina bót fyri at hava latið lykilin sita í

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-15 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur var stolin úr miðbýnum í Havn. Hann varð tó funnin aftur seinni í Kirkjubø, sigur vakthavandi á politistøðini.

Lykilin var í bilinum, tá hann varð stolin, og í slíkum førum er vanligt, at eigarin av bilinum far eina bót fyri at hava latið lykilin sita í.

Málið verður nú kannað, og tey hava, sum skilst, onkur spor at ganga eftir, verður sagt.

Klokkan umleið fýra í nátt tók løgreglan eisini ein bilførara í Suðurstreymoy fyri at koyra við kenning. Annars hevur seinasta náttin verið friðarlig, verður upplýst av politistøðini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder