2019-10-24 07:55
Eitt ferðsluóhapp hendi í morgun nakað fyri klokkan 7, tá ein bilur av ókendari orsøk koyrdi út av vegnum oman fyri Norðskála.
Bilurin var á veg suðureftir frá tunnlinum oman móti brúnni við Streymin.
Førarin var einsamallur í bilinum, men slapp so mikið væl frá óhappinum, at hann sjálvur kláraði at koma úr bilinum og ganga niðan aftur á vegin.
Løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið, og avgjørt var at flyta bilføraran á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald