Eitt óhapp var á tunnilsvegnum oman fyri Norðskála í nátt.
Tað var klokkan tjúgu minuttir yvir midnátt, at løgreglan fekk fráboðanina um, at ein bilur var farin út av vegnum.
Ein persónur var í bilinum, men viðkomandi fekk ongan skaða. Løgreglan kundi staðfesta, at orsøkin var hálka. Onki var galið við bilinum, og hann hevði góð dekk, staðfestu løgreglufólkini, sum kannaðu óhappið.
Ferðsluløgreglan gjørdi eisini ferðakanningar í sama øki í gjárkvøldið, men ongin varð avdúkaður fyri at koyra við ov nógvari ferð.
Kalda veðri og ringu koyrilíkindini løgdu ein doyvara á ferðina, og ferðslan var eisini minni enn vanligt, staðfestir vakthavandi á politistøðini.
Eisini í morgun er hált. Landsverk hevur fleiri ávaringar um hálku, tó ikki í Suðuroynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald