Innanlands

Bilurin endaði á liðini

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp við Marknagilsvegin í Havn – Bilurin er illa farin, men eingin stórvegis fólkaskaði var, sigur løgreglan, sum heldur tað vera heppið, at alt spældi so væl av

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-08 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið um klokkan 22.30 var eitt ferðsluóhapp við Marknagilsvegin í Havn, har ein bilur koyrdi útav.

Eingin álvarsamur fólkaskaði stóðst av óhappinum, men bilurin er illa farin, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum heldur tað vera heppið, at alt spældi so væl av.

Bilurin kom koyrandi av Norðrasta Horni móti býnum, men tá hann kom til vegamótið við Marknagilsvegin, helt hann fram við somu ferð tvørtur um vegin og tvørtur um gongubreytina hinumegin, og endaði hann á liðini í einum túni í Lambagerði.

Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vórðu send á staðið. Bilførarin var einsamallur í bilinum, og mátti hann klippast úr. Hann sá tó ikki út til at hava fingið nakran stórvegis skaða, og kanningar á skaðastovuni hava síðani váttað hetta, verður sagt av politistøðini.

– Tað var heppið, at eingin annar var har akkurát tá, tí tað kundi endað heilt galið, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at tey ikki vita, hví óhappið hendi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder