Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp í Kalsbaksbotni seinnapartin í gjár.
Onki bendi tó á, at viðkomandi hevði fingið álvarsligar snuddir hóast bilurin koyrdi út av vegnum, og endaði á takinum. Talan var um eitt solo-óhapp, tá ein bilførari, sum var einsamallur í bilinum, misti tamarhaldið á bilinum á veg niðan móti tunnilsmunnanum í Kaldbaksbotni. Fráboðanin um óhappið kom kl. 14.40.
Nakað seinni í gjár støðgaði løgreglan í Norðuroyggjum einum bilførara, sum er undir illgruna fyri at hava koyrt bil ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka. Blóðroynd varð tikin av bilføraranum, sum skal vísa hvat síðan verður gjørt við málið, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald