Innanlands

Bilurin fór yvir í mótkoyrandi vegbreyt

Seinnapartin í gjár stoyttu tveir mótkoyrandi bilar saman í Norðoyatunlinum. Eingin stórvegis mannsskaði stóðst av hesum, men annar bilførarin varð fluttur á sjúkrahús til kanningar

Bíðirøðin klaksvíksmegin í gjár

Bíðirøðin klaksvíksmegin í gjár

2021-11-19 08:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norðoyatunnilin var eina góða løtu seinnapartin í gjár stongdur fyri ferðslu. Orsøkin var, at eitt ferðsluóhapp hendi við tunnilsmunnan í Klaksvík, har tveir mótkoyrandi bilar rendu saman.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at av einari ella aðrari orsøk kom annar bilurin á mótkoyrandi vegbreyt.

Bilurin kom kom ímóti kláraði akkurát at snara undan, so tað ikki bleiv frontalt, men rendi inn í síðuna á mótkoyrandi bilinum.

Tað tók eina løtu at rudda økið, og bilrøðin báðu megin gjørdist rættiliga lang.

Annar bilførarin varð fluttur á sjúkrahús til nærri kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder