
Í gjár mánadagin 8. februar, lat nýtt bilvask upp í Trongisvági. Tað er staðsett miðskeiðis í bygninginum, har Rúsdrekkasøla Landsins og Magn halda til, og tað er MTV-Byggivirkið við Mortani T. Vang, ið kemur at reka bilvaskið.
- Mær kunnugt er stórur tørvur á tílíkum í oynni. Tað eru ikki øll, ið tíma at vaska bil, har ímillum eg sjálvur, og við hesum slepst so undan - móti ávísari samsýning.
Hetta sigur Mortan Vang við heimasíðasuna hjá Tvøroyrar kommunu.
Í lítlum høli, inn av bilvaskinum, er uppihaldsrúm, har kortautomatin til gjaldingar er. Seinni í ár verður so eisini møguleiki at avgreiða gjaldingar við einari app á telefonini. Ætlanin er eisini at seta eina automat upp, har til ber at keypa sær eitt nú kaffi og kakao, meðan bíðað verður eftir vaskingini, skrivar tvk.fo.
Fyrstu tveir dagarnir er tað ókeypis at royna maskinuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald