Innanlands

Bindi Madsen rekur nú Seglloftið

Tað skal kvinnan, ið kom til Tvøroyrar úr Avstralia í 2012, gera fram til endan av september

2022-03-02 20:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvøroyrar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at ein sáttmáli fyri kortum varð gjørdur við Bindi Madsen, um at reka Seglloftið fram til 30. september 2022.

Bindi Madsen er úr Avstralia og hon flutti saman við manni og dóttur til Tvøroyrar í 2012.

- Bindi sigur, at ætlanin er at fólk kunnu ringja til hana og bíleggja hølini til ymisk endamál. Til smærri tiltøk ber væl til at bíleggja kaffi og okkurt afturvið frá henni, men til størri tiltøk, sum eitt nú brúdleyp og føðingardagar, mugu fólk sjálvi skipa fyri mati. Allir hentleikar eru í húsinum, sigur Tvøroyrar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder