Mentan

Bindifestivalurin setur sjóneykuna á restir

Setanin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld

2024-04-11 08:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bindifestivalurin í Fuglafirði verður í ár hildin 12. og 13. apríl. Hetta er tann níggjundi Bindifestivalurin í røðini.

Bindifestivalurin hevur øll árini verið merktur av einum serligum hugna og av gestum, sum koma úr øllum heraðshornum. Fyrireikararnir vænta, at soleiðis verður aftur í ár.

Á skránni eru spennandi verkstovur, fjølbroyttir fyrilestrar og góðir gongutúrar.

Reyði tráðurin í ár er RESTIR. Øll, sum binda, munnu kenna til mongu restirnar, sum loypa av, tá liðugt er bundið. Skjótt kunnu hesar restir gerast til eina stóra rúgvu, og tað er harmiligt, um alt fer burtur. Fleiri av verkstovunum snúgva seg um, hvussu tað, sum loypur av, kann virkast til á ein spennandi hátt.

Luttakararnir fáa bæði handaliga og andaliga føði. Skipað verður fyri aftankvirru, dypping á sandinum, gongutúri við íblástri úr pílagrímssiðvenju og øðrum kveikjandi upplivingum.

Eisini ber til at keypa sær atgongumerkið til eitt hugnakvøld, við 3 rætta matskrá í Mentanarhúsinum, og góðum undirhaldi. Hetta kvøldið verður fríggjakvøldið 12. apríl klokkan 19.

Margretha Nónklett, savnsvørur á Tjóðsavninum, setir Bindifestivalin í kvøld, hóskvøldið 11. apríl kl. 19. í Mentanarhúsinum. Setanin er almenn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder