Innanlands

Bindiskeið á Torginum í SMS í annaðkvøld

Sára Mrdalo frá Navia fer millum annað at vísa, hvussu man bindur ymisk mynstur. Skeiðið verður tveir tímar langt

2022-04-20 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ókeypis bindiskeið verður á Torginum í SMS í morgin, hóskvøldið 21. apríl, klokkan 19. 

Tað er Sára Mrdalo frá Navia, sum hevur bindiskeiðið. Hon fer millum annað at vísa, hvussu man bindur ymisk struktumynstur og holmynstur, og eisini hvussu man kann knýta ”the magic knot”.

Skeiðið er í tveir tímar. Tað einasta ein skal hava við er: stokkar nr 4, hóskandi tógv (minst tveir ymiskar ljósar litir) og saks. 

Øll, sum luttaka, fáa eina bindibók frá Navia og avsláttarseðil til Navia handlarnar.

SMS

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder