Týski heilivágsframleiðarin BioNTech, sum hevur ment koppingarevni fyri koronu saman við amerikanska Pfizer, ætlar at søkja um góðkenning til at brúka koppingarevnið til børn í aldrinum 5 til 11 ár.
– Komandi vikurnar fara vit at geva myndugleikum um allan heimin úrslit av kanningum við 5-11 ára gomlum og søkja um góðkenning til at brúka koppingarevnið til hendan aldursbólkin – eisini her í Evropa, segði stjórin í BioNTech, Özlem Türeci við týska blaðið Der Spiegel í gjár.
Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech er tað, sum verður brúkt í Føroyum, og í løtuni er tað góðkent til fólk frá 12 ár og uppeftir.
BioNTech er, sambært Ritzau, byrjað at framleiða koppingarevni til yngri børn, og eftir ætlan skulu tey fáa sama koppingarevni sum vaksin men í minni nøgdum.
Týska fyritøkan er í løtuni í ferð við at kanna dátur um koppingarevni til børn niður í seks mánaðir. Úrslitið av hesum verður væntandi lagt fram síðst í hesum árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald