2020-01-10 07:18
Høvuðsuppgávan hjá Birgiri verður at røkja og viðlíkahalda umhvørvið rundan um bátahylarnar, og sostatt tryggja at bátabrúgvarnar verða brúktar á ein virðiligan og skilagóðan hátt. Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari
Birgir Johannesen skal eisini vera við til at menna nýggj tilboð, sum kunnu vera við til at fremja trivna fyri smábátaeigarar og vitjandi.
Talan er um bátahylarnar á Vágni, Borðoyavík og í Árnafirði. Birgir hevur royndir sum handverkarari og hevur millum annað gjørt ymiskt arbeiði í samband við, at nýggju bátabrúgvarnar á Vágni vórðu tiknar í brúk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald