placeholder
Mentan

Birgir Kruse: Hesir vóru bestu filmarnir í 2019

Millum teir eru týski filmurin "Transit", norski filmurin "Út at stjala ross", og spanski filmurin "Pína og heiður", sum allir hava verið vístir í Filmsfelagnum í ár

Mynd úr filminum

Mynd úr filminum "Transit", sum var millum yndisfilmarnar hjá Birgir Kruse í ár

2019-12-14 19:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Sjálvdan hava so nógvir filmar verið tøkir og møguligir at síggja sum í ár. Úrvalið í lokala biografinum, Havnar Bio, arthausfilmarnir í Filmsfelagnum í sama staði og so Netflix, kunnu á fyrsta sinni sigast at hava nøktað tørvin hjá tí mest frenetiska og lidinskapiliga cineastinum, óansæð aldur, kyn, útbúgving og aðrar preferansur. Her er alt til av nýggjum filmi, sum skapar kjak úti í heimi.

Soleiðis byrjar nýggjasta innleggið á miðlablogginum hjá Birgir Kruse.

Og hvørjir filmar hava verið teir bestu undanfarna árið, hevur hann eisini eitt boð uppá.

- Mítt krav er fyrst og fremst at teir eru nýggir, at teir hava verið vístir herheima í ár, og at teir onkursvegna eru neyðugir í einum vanligum filmskjaki, tí teir definera filmsmiðilin sum listagrein, savna fólk í biografinum, og aldrin horva afturá og bliva sjálvfeitir og líkasælir.

Millum filmarnar, sum hann hevur valt út er týski filmurin "Transit", norski filmurin "Út at stjala ross", og spanski filmurin "Pína og heiður" sum allir hava verið vístir av Filmsfelagnum í ár.

Sí allan listan á blogginum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder