Innanlands

Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk afturvald til næstforkvinnu í Starvsfelagnum

Hildigerð Djurhuus og Hergeir Staksberg vórðu afturvald á aðalfundinum 1. mars uttan mótvalevni

2025-03-12 13:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nevndin í Starvsfelagnum skipaði seg í gjár við Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk sum næstforkvinnu. 

Nevndin er sostatt óbroytt eftir aðalfundin, sum var 1. mars, har tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Sessirnir hjá Hildigerð Djurhuus og Hergeir Staksberg skuldu veljast, og tey bæði vórðu afturvald uttan mótvalevni.

Nevndin er mannað við Súna Selfoss, formanni, Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk, næstforkvinnu, umframt nevndarlimunum Borgný Mohr, Hildigerð Djurhuus og Hergeir Staksberg

Tveir tiltakslimir vórðu eisini valdir á aðalfundinum. Fyrsti tiltakslimur er Bjørg Jacobsen og næsti tiltakslimur er Maud Karbech Mouritsen.

- Bjørg og Maud eru sum tiltakslimir til reiðar at taka sæti í nevndini, um nevndarlimir fara frá í ótíð ella fara í longri farloyvi.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder