2023-11-02 16:28
Valúrslit.fo: Birita Matras Petersen, sum umboðar Javnaðarflokkin, tekur fyri fyrstu ferð sætið á Løgtingi í dag.
Hon avloysir Bjarna Hammer komandi vikurnar.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk hon 159 atkvøður. Hon fekk millum annað 80 persónligar atkvøður í Klaksvík, 22 í Havn og 13 á Fossanesi. Hetta var fyrstu ferð, at hon stillaði upp.
Birita Matras Petersen er 27 ára gomul og lesur søgu á Fróðskaparsetri Føroya.
Birita er sætta varafólki, sum situr á Løgtingi hetta valskeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald