Innanlands

Birita Sandberg Samuelsen nýggj forkvinna í BankNordik

BankNordik hevði ársaðalfund í dag, har nýggj nevnd varð vald

Birita Sandberg Samuelsen

Birita Sandberg Samuelsen

2022-03-26 00:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ársaðalfundurin hjá BankNordik varð í dag hildin í høvuðssætinum á Oknarvegi í Havn. 

Umframt góðkenning av ársfrágreiðing og roknskapi varð avgjørt at gjalda partaeigarunum 14,17 kr. í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið svarandi til 136 mió. kr. ella 50 % av ársúrslitinum umframt 250 mió. kr. í serligum vinningsbýti.

Avgjørt varð at lækka nevndarsamsýningarnar við 10 prosentum, og aðalfundurin valdi P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, sum uttanhýsis grannskoðanarvirki. Áður hava bæði PWC og P/F Januar verið grannskoðarar hjá BankNordik.

Nýggj nevnd varð eisini vald, og beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Rúna Vang Poulsen sum næstformanni. 

Hesi eru nú í nevndini hjá BankNordik:

• Birita Sandberg Samuelsen, forkvinna

• Rúni Vang Poulsen, næstformaður

• Birgir Durhuus, aðalfundarvaldur nevndarlimur

• Kristian Reinert Davidsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur

• Marjun Eystberg, aðalfundarvaldur nevndarlimur

• Anja Rein, starvsfólkaumboð

• Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkaumboð

• Alexandur Johansen, starvsfólkaumboð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder