Innanlands

Birna Mikkelsen heldur flaggdagsrøðu í Kollafirði

GHM spælir, og eisini framføra Bára Silvansdóttir, Brita Djurhuus og Margeir Zachariassen nakrar sangir. Skótarnir bjóða kakao og bollar

2022-04-22 12:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flaggdagshald verður í skúlagarðinum í Kollafirði flaggdagin, mánadagin klokkan 14.

Skótar, ítróttarfólk og reiðfólk møta við bygdarhúsið ein tíma áðrenn - klokkan 13.45.

Tað verður Birna Mikkelsen, ið heldur røðu, og GHM spælir.  

Eisini framføra Bára Silvansdóttir, Brita Djurhuus og Margeir Zachariassen nakrar sangir.

Skótarnir bjóða kakao og bollar.

Skótaliðið Túgvan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder