Mentan

Biskupur við nýggjari bók

Talan er um eitt savn við 101 stuttlestrum, sum Kirkjugrunnurin gevur út

Jógvan Fríðriksson biskupur gevur út nýggja bók við 101 stuttlestrum

Jógvan Fríðriksson biskupur gevur út nýggja bók við 101 stuttlestrum

2026-04-18 17:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sig tað við einum orði 2 er eitt savn við 101 stuttlestrum.

Lestrarnir eru lættir at lesa og hava sum aðalmál at gagna kristnu trúnni og trúarlívi hins einstaka.

Lestrarnir eru einfaldir og seta ikki krøv til djypri hugsan enn hana, at trúarlívið endurspeglast í teimum smáu løtunum gerandis og heilagt.

Kirkjugrunnurin gevur bókina út.

Bókin telur 232 síður og er til keyps í bókabúðunum.

Fólkakirkjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder