2024-03-18 09:09
Ein av afturvendandi hátíðarligu løtunum á Dansibandsfestivalinum í Vági, er Dansibands-gudstænastan, sum er í Vágs Høll leygardagin á Dansibandsfestivalinum.
Í ár fegnast festivalurin um at at kunna boða frá, at Jógvan Fríðriksson, bispur, verður prestur til Dansibands-gudstænastuna.
Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 3. og 4. mai tá áhugaðir føroyingar verða bjóðaðir til Vágs til góðan dans og tónleik, til stórt kalt borð og grillkvøld, og ikki minst til hugna og gestablídni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald